Innovatión

Innovation.fo er ein nýggjur bloggur um innovatión. Endamálið við blogginum er at seta innovatión á breddan og at stimbra innovatión í tí almenna og í samfelagnum sum heild. Sí bloggin her.

Center for Offentlig innovation er ein landsumfevnandi depil, sum hevur til endamáls at hækka góðskuna og virknið í almenna geiranum gjøgnum innovatión. Depilin brúkar sonevnt innovatiónsbarometur, sum vísir støðuna á nógvum ymiskum økjum, tá talan er um innovatión, organisatión, samstarv og loysnir. Sí heimasíðun hjá deplinum her.

Innovatión í gerandisdegnum.Tað er sera týdningarmikið, at leiðarar ganga á odda í at stimbra innovatión í gerandisdegnum. Danska “Væksthus for ledere” hevur gjørt nakrar hentar vegleiðingar um hetta. Sí her.

Hagstovan um nýskapan. Hagstovan savnað hagtøl og framleitt tilfar um nýhskapan/innovatión í føroyska vinnulívinum. Sí tilfarið her.

Íverksetarahúsið. Íverksetarahúsið gevur ráð um íverksetan, innovatión og hvussu ein kann gera hugskot til veruleika. Sí her.

Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007. Granskingarráðið tók á heysti 2003 stig til at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan. Sí frágreiðingarnar og tilmælini her.

OECD. Millumstjórnafelagsskapurin OECD hevur í fleiri ár víst á týdningin á innovatión. OECD hevur gjørt fleiri greiningar og tilmæli hesum viðvíkjandi. Sí eina góða slóð her.

Vinnova.se. Vinnova er ein svenskur stovnur, sum arbeiðir við at stimba innovatión í Svøríki. Vinnova.se inniheldur nógv gott tilfar og amboð. Sí her.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s