Við hesum bloggi vil eg vera við til at seta leiðslu og innovatión á breddan. Eg bloggi um leiðslu, tí eg brenni fyri leiðslu. Eg bloggi, tí eg vil luta við onnur mínar tankar um leiðslu og geva mítt íkast til leiðslutilvitan- og menning.
Í stuttum bloggi eg, tí eg vil:
– Seta fokus á týdningin av góðum leiðarum á øllum økjum
– Luta mínar tankar um leiðslu við onnur
– Vera við til at kveikja og menna leiðarar
– Vísa á ymiskt leiðslutilfar, sum onnur kunnu fáa gleði av
Í blogginnlegginum “Leiðsla á breddan” lýsi eg, hvønn týdning leiðsla hevur og hví neyðugt er at seta fokus á leiðslu.