Sjálvleiðsla

“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið” (Dwight D. Eisenhower)

Vit munnu øll viðurkenna, at tað er ein stór avbjóðing at raðfesta, seta mál og røkka teimum. Og tey flestu eru samd um, at tað er týðandi at seta mál fyri at skapa góð úrslit. Vit vilja øll avrika og skapa virði; gera ein mun. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Málsetan, tilrættalegging og disiplin skal til.

Ofta fara vit beinleiðis til uppgávurnar, sum vit halda skulu loysast her og nú, og arbeiða í teirri trúgv, at vit veruliga avrika nógv. Men avrika vit veruliga nógv, um tær uppgávurnar og málini, sum vit loysa, ikki hava grundarlag í greiðum málum?

Lat meg taka eitt dømi um eina arbeiðsstøðu, sum fleiri kenna til. Tú kemur til arbeiðis mánamorgun, og tað fyrsta, ið tú gert, er at svara teldupostum, ofta í teirri raðfylgju, teir eru móttiknir. Og vit kunnu hava eina kenslu av, aftaná at hava svarað 15 teldupostum, at vit hava veruliga gjør nakað til nyttu. Men hava vit tað? Latið okkum steðga á og hugsa um, hvat tað er, sum hendir í nevndu støðu.

Tá ið tú byrjar mánamorgun við at svara teldupostum uttan støði í málum og tilrættalegging, so letur tú onnur stýra tínum arbeiði. Hugsa um hetta! Tað er ikki tú, men tey, ið hava sent teldupostarnar, sum stýra tínum arbeiði. Tað er rættiliga høpisleyst. Tað er tú, og ikki onnur, sum skulu stýra og skipa títt arbeiði. Vit mugu hava yvirskipað og ítøkilig mál, og síðan skipa mánaðirnar, vikurnar og dagarnar við støði í teimum. Tað er ikki lætt at skipa sítt arbeiði. Eg veit. Allir leiðarar hava hesa felags avbjóðing: Hvørji eru málini, og hvussu skipi eg ítøkiliga mítt arbeiði til tess at røkka teimum?

Sjálvleiðsla er tann týdningarmiklasta og tann truplasta leiðslan. Um vit skulu leiða onnur, mugu vit fyrst leiða okkum sjálv. Tú kanst ikki vísa vegin og ganga á odda, um  tú ikki megnar at leiða teg sjálvan.

Tað er einki fullkomið amboð tøkt til tíðarstýring og sjálvleiðslu. Men tað eru fleiri góð amboð.

Tað týdningarmesta er, at tú brúkar amboð, sum hjálpa tær at stýra tíðini og uppgávunum og betra um tína sjálvleiðslu.

Amerikanski forsetin Dwight D. Eisenhower (1890-1969) var upphavsmaður til eitt væl kent og sera hent amboð til at stýra tíðini í mun til tey ymisku málini og virksemini. Amboðið verður ofta nevnt Eisenhower-matrisan.

Eisenhower-matrisan sær soleiðis út:

Matrisan er býtt sundur í fýra fýrhyrningar. Hvør fýrhyrningur er ein bólking av málum og virksemum í mun til týdning og tíð. Í fýrhyrningi 1 eru mál, sum hava stóran týdning og hava skund. Í fýrhyrningi 2 eru mál, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Í fýrhyrningi 3 eru mál, sum ikki hava serligan týdning, men sum eru átrokandi. Í fýrhyrningi 4 eru mál, sum ikki hava týdning og sum ikki hava skund.

Tað týdningarmiklasta er at arbeiða við málum, sum kunnu bólkast í fýrhyrning 2. Her verður arbeitt við málum, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Til dømis at seta mál, leggja til rættis, fyrireiking og menning. Við at arbeiða við hesum, minka vit um talið av málum, sum kunnu bólkast sum átrokandi og týdningarmikil (fýrhyrningur 1).

Eisenhower segði hesi vísdómsorð um:

“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið”

Í myndina niðanfyri havi eg sett nøkur dømi:

Eisenhower-matrisan kann hjálpa okkum at leggja dent á at brúka orku og tíð til, at:

  • Seta mál
  • Gera virkisætlan (átøk, sum skulu til fyri at røkka málunum)
  • Arbeiða við teimum týdningarmiklastu málunum í góðari tíð
  • Førleikamennna og at skapa nýggjar og betri loysnir (nýhugsan)

Nú trína vit skjótt inn í eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.

Hví ikki seta sær hetta sum mál fyri 2014: “Eg vil blíva betri til at leiða meg sjálvan, at seta mál og at leggja mítt lív og arbeiði til rættis á eins slíkan hátt, at røkki teimum týdningamiklastu málunum?”

Hugburðurin ger munin

Abbin hevði fingið vitjan av sínum barnabørnum. Út á seinnapartin fekk hann sær sum vanligt ein blund á sofuni. Tá abbin var sovnaður, fingu børnini eitt hugskot. Tey ætlaðu sær at arga abban, meðan hann lá og svav. Tey funnu ein gamlan ræstan ost í køliskápinum. Hetta skuldu tey brúka til at arga abban við.

Tey fóru varliga til abban, sum lá í fasta svøvni, og settu eitt petti av tí stinkandi ostinum í skeggið. Síðan goymdu tey seg og vóru spent at vita, hvat nú fór at henda. Eftir einari lítlari løtu vaknaði abbin. Hann legði til merkis, at tað luktaði so illa. Hann gekk um í stovuni, men hann fann ikki útav, hvaðan lukturin kom. Hann fór í køkin, gongina, baðirúmið og kømurini. Men alla staðni luktaði líka illa.

Abbin fór út í garðin, men har luktaði eisini líka illa.

So hann segði: “Allur heimurin stinkar!”

Henda lítla søga kann læra okkum nógv um sambandið millum hugburð og tær umstøður, sum vit møta.

Okkara hugburð taka vit við okkum alla staðni, har vit koma. Vit møta avbjóðingum og umstøðum við okkara hugburði. Spurningurin er, um vit hava jaligan ella neiligan hugburð.

Vit kunnu siga, at hugburður er mátin vit hugsa um onkran ella okkurt. Tað er mátin ein ber seg at móti øðrum, og sum vísir, hvat ein hugsar og kennir.

Ávirkanin av tí neiliga hugburðinum verður væl lýst í søguni um abban og stinkandi ostin.
Tann stinkandi lukturin var ikki í húsinum ella uttanfyri. Lukturin var hjá abbanum, ikki í umhvørvinum.

Fólk við neiligum hugburði møta umstøðum og avbjóðingum við einum neiligum útgangsstøði og sjónarhorni. Umstøðurnar verða tulkaðar við neiligum brillum. Og úrslitið er, at ein sær bara trupulleikar og forðingar ístaðin fyri loysnir og møguleikar.

Vit vita, at okkara hugburður og innstillingur ávirka okkara lív sera nógv. Øll kenna vit, hvussu neiligur hugburður órógvar og skapar mótloysi og kann køva lívsmótið.

Tað er ikki tað, sum hendir okkum, ið er tað týdningarmiklasta og avgerandi – men tað, sum hendir innan í okkum!

Rithøvundurin og leiðsluráðgevin John C. Maxwell skrivar í einari av sínum mongu bókum hesi orð, sum eru verd at grunda á:“Eg eri sannførdur um, at lívið er 10% tað, sum hendir mær, og 90%, hvussu eg beri meg at í mun til tað, ið hendir mær.”

Vit kunnu ikki stýra øllum umstøðunum, men vit kunnu stýra okkara hugsanum og hugburðum til umstøðurnar.

Leiðsla er ávirkan. Og leiðarin “smittar” við sínum hugburði tey, sum hann leiðir.

Tað er sera umráðandi, at leiðarar ganga undan við einum jaligum hugburði og geva íblástur ístaðin fyri at køva og skapa ótryggleika. Tann góði leiðarin hevur ein vinnarahugburð og skapir eina vinnaramentan. Hetta merkir ikki, at ein heldur, at alt er í lagi og at ein ikki tekur stórar avbjóðingar í álvara, tá ið støðan í roynd og veru er álvarsom. Nei, leiðarin við tí jaliga hugburðinum er realistiskur, men sær trupulleikar sum avbjóðingar, sum kunnu menna og gera einstaklingar og organisatiónir sterkari.

Okkara avbjóðing er at menna ein sunnan og jaligan hugburð til umstøðurnar og lívið sum heild.

12 njósnarar vórðu sendir inn í Kána´ansland at kanna landið, ávøkstin og fólkið har. Allir vóru vitni til tað sama, men allir komu ikki til somu niðurstøðu.

10 njósnarar søgdu: “Vit klára tað ikki. Vit eru ov veikir og fólkið er sterkari. Vit fara at tapa.”

Kaleb og Josva høvdu ein heilt annan hugburð, ein vinnarahugburð. Teir søgdu: “Vit vinna. Í landinum er nógv gott. Har eru nógvir møguleikar.”

Og hvat varð úrslitið? Bert Kaleb og Josva komu inn í tað lovaða landið. Teir 10 njósnararnir og hini fólkini komu ikki inn í landið.

Her síggja vit sera greitt munin á neiligum hugburði (taparamentan) og jaligum hugburði (vinnaramentan).
Vinnarahugburðurin leiddi til landið við yvirflóð av ávøkstri.
Taparahugburðurin leiddi til oyðimarkagongd.

Hvussu kunnu vit broyta hugburð? Eingin skjót og løtt loysn er tøk. Her eru tó nøkur ráð:

Frem eina erliga eftirmeting av tínum hugsanum og hugburðum.
Hugsa um, hvussu tú hugsar. Legg serliga til merkis, hvussu tú hugsaði, tá ið tú tær seinastu ferðirnar møtti stórum trupulleikum.
Viðurkenn og eyðmerk neiligar ella skeivar hugsanir/hugburðar. Ver erligur fyri tær sjálvum.
Tosa við onkran, sum tú hevur álit á, um tínar abvjóðingar og ynski um broyting. Hetta kann vera ein stór hjálp.
Input ávirkar output. Lat tað jaliga fáa rúm í tínum tonkum og lívi. Raðfest samveru við jalig og konstruktiv fólk. Les góðar bøkur. Lurta eftir góðum tónleiki. Ver saman við familjuni. Raðfest høgt tað, ið gevur tær orku.
Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini við at broyta vanar og atferð kunnu ávirka og broyta okkara hugsanir og hugburð. Royn at bróta ávís mynstur og atferð. Ja, tað er trupult og avbjóðandi, men royn! Sum frálíður fert tú at leggja til merkis, at teir nýggju jaligu vanarnir hava jaliga ávirkan á tín hugsanarhátt.

Latið okkum við jaligum hugburði møta øllum teimum avbjóðingum, sum eru partur av okkara lívi. Tí hugburðurin ger allan munin.

Leiðsla á breddan

Vit droyma øll um eitt enn betri samfelag, eitt samfelag sum mennist. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Góð leiðsla skal til. Hon er fyritreyt fyri menning og broyting.

Okkara samfelag hevur tí  tørv á góðum og ídnum leiðarum, sum tora at seta mál, hugsa nýtt og megna at motivera fólk at røkka stórum málum í felagsskapi.

Børnini hava tørv á góðum leiðarum/foreldrum, sum skapa stimbrandi og tryggar umstøður fyri menning og lívsgóðsku. Fyritøkur, fyrisiting, sjálvbodnir felagsskapir, samkomur og kirkjur hava tørv á leiðarum, sum gerast enn betri til at leiða, menna og kveikja onnur. Í okkara politisku skipan er tørvur á leiðarum, sum tora at ganga undan, hugsa øðrvísi og taka avgerðir til gagns fyri alt landið.

Tíverri er tað ov lítið fokus á leiðslu og leiðslumenning í okkara landi. Eg haldi, at vit í alt ov lítlan mun viðurkenna, at tað eru góðir leiðarar, sum er lykilin til jaligar broytingar.

Tað er ein stór og neyðug avbjóðing at menna leiðarar á øllum økjum og á øllum stigum, so at teir við góðum førleikum ganga á odda og vísa vegin til eina bjartari framtíð. Leiðsla snýr seg jú um at leiða menniskju og organisatiónir fram ímóti felags málum.

Tað er alneyðugt at leiðsla verður sett breddan í nógv størri mun.

Okkara størsti tørvur er ikki fyrst og fremst kommunmurnýskipan, pensjónsnýskipan, heilsunýskipan ella nýggj átøk á ymisku økjunum. Alt hetta er gott og neyðugt.

Men fyritreytin fyri væl eydnaðum nýskipanum og framburði hjá bæði tí almenna og privata er, at leiðarar á øllum stigum gerast enn betri til at leiða, stimbra innovatión, seta mál og røkka teimum saman við teirra starvsfólkum.

Við hesum bloggi vil eg vera við til at seta leiðslu og innovatión á breddan. Eg bloggi um leiðslu, tí eg brenni fyri leiðslu. Eg bloggi, tí eg vil luta við onnur mínar tankar um leiðslu og geva mítt íkast til leiðslutilvitan- og menning.

Eg bloggi ikki, tí at eg haldi, at eg eri fulllærdur leiðari. Eg viðurkenni, at eg havi nógv at læra og at eg áhaldandi eigi at víðka mín sjónarring.

Sum leiðarar mugu vit vera eyðmjúkir og viðurkenna, at vit hava ikki allar førleikar og at vit mugu áhaldandi menna okkum og fáa íblástur frá øðrum. Vit mugu flyta okkum og blíva betri.
Ein leiðari, sum stendur í stað, leiðir ongan. Hin góði leiðarin er tilvitaður um tørvin á sjálvsmenning og kveikjan fyri at kunna leiða og kveikja onnur.

Ímynda tær, um allir leiðarar í Føroyum settu sær hetta mál: “Eg havi sum mál ta komandi árið at gerast 5-10% betri leiðari” Hetta hevði uttan iva sett í gongd jaligar broytingar í øllum samfelagnum.

Eitt betri samfelag krevur betri leiðarar. Tí má leiðsla á breddan.