Bøkur

Ein hópur av bókum er skrivaður um leiðslu. Tað er ein avbjóðing at velja út, hvørjar bøkur, ið ein skal skal lesa.

Eg havi her niðanfyri valt út nakrar bøkur, sum eg havi fingið gleði av og kann tí viðmæla tær.

Ledelse

Ledelse. Søren Brandi og Steen Hildebrandt. Børsens Forlag, 2007.
Stutt lýsing: Bókin er ein og góð og stutt innleiðsla í leiðslu. Leiðarar á øllum stigum kunnu fáa gleði av bókini.
Bókin kann keypast her.

The Leadership Challenge

The Leadership Challenge. James Kouzes og Barry Posner. 5. útgáva. Wiley, 2012.
Stutt lýsing: Henda bók hevur verið ein leiðsluklassikari í meira enn 25 ár. Kouzes og Posner hava í 30 ár kannað, hvat eyðkennir góðar leiðarar og hvat skal til fyri at vera ein góður leiðari. Empriska grundarlagið fyri teirra niðurstøðum er globalt og sera rúgvismikið. Bókin er sera áhugaverd og gevur góð ráð til tess at mennast sum leiðari.
Bókin kann keypast her.

Tidsstyring

Tidsstýring – 30 råd til at blive mere effektiv. Thomas Möller og Erling Samuelssen. Børsens Forlag, 2006.
Stutt lýsing: Bókin gevur góð og ítøkilig ráð til tað, sum er okkara felags avbjóðing: at stýra tíðini og at skapa størri úrslit.
Bókin kann keypast her.

Leading Change P K

Leading Change. John P. Kotter. Harvard Business Review Press, 2012.
Stutt lýsing: Bókin er ein klassikari innan broytingarleiðslu (change management). Kotter lýsir á einfaldan hátt, hvussu broytingar fara fram og hvat leiðarar eiga at hava í huga í teimum ymisku fasunum.
Bókin kann keypast her.

Forandringsledelse

Forandringsledelse. Steen Hildebrandt og Søren Brandi. Børsens Forlag, 2006.
Stutt lýsing: Broytingarleiðsla (change management) er eitt sera nógv nýtt hugtak tey seinastu árini í leðslubókmentum. Bókin gevur eitt rættiliga gott innlit í evnið.
Bókin kann keypast her.

god-innovationsledelse

God innovationsledelse. Jørgen Thorball og Finn Kollerup. Børsens Forlag, 2005.
Stutt lýsing: Innovatión er ikki bert eitt mótaorð. Innovatión snýr seg um at skapa nakað nýtt, sum ger mun. Bókin lýsir væl, hvat skal til fyri at stimbra innovation og hvønn leiklut leiðarar hava í hesum sambandi.
Bókin kann keypast her.

Tillidsskabende ledelse

Tillidsskabende ledelse. Bent Jakobsen. Lohses Forlag. 2003.
Stutt lýsing: Bókin er ein sera góð og praktisk grundbók í leiðslu. Serliga gevandi eru partarnir, sum lýsa og viðgera týdningin hjá leiðarum at hava gott sjálvsinnlit og fatan av styrkjum og veikleikum.
Bókin kann keypast her.

Good-to-Great-946608

Good to Great. Jim Collins. Harper Business, 2001.
Stutt lýsing: Jim Collins hevur í mong ár granskað, hvat tað er, sum eyðkennir fyritøkur, sum skara framúr. Bókin avdúkar, við dyggum empiriskum grundarlagi, hvørjir fimm faktorar eru, sum gera eina fyritøku framúrskarandi.
Bókin kann keypast her.

Drive

Drive. Daniel Pink. Riverhead Books, 2009.
Stutt lýsing: Hetta er ein bók, sum veruliga gevur innlit og bjóðar okkara vanahugsanum av. Brennandi spurningurin, sum Daniel Pink roynir at svara er: Hvat motiverar okkum? Pink vísir á tríggjar avegrandi partar: sjálvræði (autonomy), førleiki/dugnaskapur (mastery) og endamál (purpose). Les bókina!
Bókin kann keypast her.

axiom

Axiom. Bill Hybels. Zondervan, 2008.
Stutt lýsing: Bill Hybels hevur sera drúgvar leiðsluroyndir sum pastorur. Hann hevur í mong ár undirvíst í leiðslu og hevur m.a. stovnað Global Leadership Summit. Í Axiom lutar hann ein hóp av góðum ráðum um leiðslu og persónliga menning. Allir leiðarar áttu at lisið bókina.
Bókin kann keypast her.

leading-at-a-higher-level

Leading at a Higher Level. Ken Blanchard. Prentice Hall, 2007.
Stutt lýsing: Bókin viðger, hvat ið tað er, sum eyðkennir sokallaðar High Performing Organizations (HPO). Eyðkennini verða lýst og greinað hvør sær og ráð verða givin um, hvussu ein skapar HPO. Í bókini er eisini væl kenda Situational Leadership Model, sum vísir á, at leiðarar mugu hava hava ymiskar leiklutir í mun til tey ymisku menningarstigini hjá einstøku starvsfólkunum.
Bókin kann keypast her.

The Five Most Important

The 5 Most Important Questions You will Ever Ask About Your Organization. Peter F. Drucker o.o.Wiley, 2008.
Stutt lýsing: Hesir fimm spurningarnir, sum verða lýsir og umrøddir, eru viðkomandi fyri øll sløg av organisatiónum: hvør er okkara missión (tilverugrundarlag)? Hvør er okkara kundi? Hvat virðismetir kundin? Hvørji eru okkara úrslit? Hvør er okkara ætlan (plan)?
Bókin kann keypast her.

.Spiritual-Leadership---Sand

Spiritual Leadership. J. Oswald Sanders. Moody, 1994 (fyrstu ferð útgivin í 1967).
Stutt lýsing: Bókin er ein klassikari innan kristna leiðslu. Bókin inniheldur stuttar, greiðar og praktiskar kapitlar um meginreglur í kristnari leiðslu.
Bókin fæst her.

humilitas

Humilitas. John Dicskons. Zondervan, 2011.
Stutt lýsing: Hvat er týdningarmiklasta eyðkenni fyri hin góða leiðaran? Svarið hjá John Dickson í bókini er greitt: eyðmjúkleiki. Bókin vísir á sannførandi hátt, at eyðmjúkleiki gongur undan stórleika. Serliga leggur Dickson dent á, at tað er størsti leiðarin í søguni, nevniliga Jesus, sum hevur í verki sýnt eyðmjúkleika. Leiðarar eiga at vera eyðmjúkir, tí hetta er fyritreyt fyri at læra og mennast sum leiðari. Hetta er ein framúr góð bók.
Bókin fæst her.

DEVELOPING The leader Within You

Developing the Leader Within You. John C. Maxwell. Thomas Nelson Publishers, 1993.
Stutt lýsing: Bókin er ein grundbók í sjálvleiðslu og gevur ráð um, hvussu ein kann mennast sum leiðari. Bókin kann viðmælast til bæði royndar og nýggjar leiðarar.
Bókin fæst her.

The winning att

The Winning Attitude. John C. Maxwell.Thomas Nelson Publishers, 1993. Bókin fæst her.
Fæst í danskari útgávu: Din indstilling gør en forskel. Forlaget Scandinavia, 2007. Danska útgávat fæst her.
Stutt lýsing: Hugburðurin ger munin! Heitið lýsir rætiliga væl innihaldið í bókini. Tað er sera týdningarmikið, at leiðarar ganga á odda við jaligum hugburði. Maxwell gevur nógv góð dømi um hetta.
Bókin fæst her.

The 21 Irrefutable Laws of

The 21 Irrefutable Law of Leadership. John C. Maxwell. Thomas Nelson Publishers, 1998.
Stutt lýsing: Bókin viðger 21 meginreglur fyri leiðslu. Dømi: meginreglan um ávirkan, meginreglan um timing, meginreglan um raðfestingar og meginreglan um eksplosivan vøkstur.
Bókin fæst her.

Napoleon on Project

Napoleon on Project Management. Jerry Manas. Nelson Business, 2006.
Stutt lýsing: Hvat kunnu vit læra um verkætlanarleiðslu frá Napoleon Bonaparte? Ein sera áhugaverdur spurningur. Og svarið í bókini er ikki minni ahugavert. Napoleon var framúrskarandi á fleiri økjum, sum snúgva seg um leiðslu. Les bókina! Hon er ein gevandi og alternativ á ein góðan og fangandi hátt.
Bókin fæst her.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s