About Rúni Rasmussen

fdhfg dfgdfg dfgdfgdf dfgdfg

Fokus ger munin

FokusRúni Rasmussen

“Tann skjótasti vegurin til at røkka fleiri málum er at røkka einum máli í senn” Mozart

Vit liva í einum heimi, har stórt fokus er á at skapa úrsliti og at blíva effektivari. Men í okkara denti á úrslit gloyma vit ofta, at fyritreytin fyri at skapa úrslit er førleikin at halda fokus.

Internetið, Facebook, snildfonin, høga ferðin í gerandisdegnum kunnu lætt órógva og stjala tað fokus, sum skal til fyri at vera effektivur í arbeiðinum og at røkka persónligum málum.

At fokus og málsetan skal til fyri at skapa úrslit er ikki bara eitt uppáhald. Nógv er granskað í atferð, sum førir til størri effektivitet. Fleiri kanningar vísa, at førleikin at halda fokus er sera týdningarmikil fyri at skapa úrlist.

Nógv halda, at multitasking (at gera fleiri ting samstundis) er vegurin til størri úrslit. Her skulu vit vera varin. Sjálvandi er multitasking neyðug og góð í nøkrum førum. Men um multitasking gerst okkara arbeiðsháttur, er stórur vandi fyri lægri effektiviteti, at vit ikki fanga týðandi upplýsingar og at fleiri mistøk verða gjørd.

Kendi sálarfrøðinguirn Daniel Coleman vísir í bók síni Focus á, førleikin at halda fokus hevur størri týdning fyri avrik enn t.d. IQ og sosial bakgrund. Coleman grundgevur fyri, at fokus drívur tað, sum er framúrskarandi. Tað er fokus, sum ger munin.

At halda fokus man hjá teimum flestu vera ein stór avbjóðing, bæði í arbeiðslívi og privatlívi. Tað eru ofta so nógv órógvandi mál og viðurskifti, ið so lætt kunnu stjala fokus og leiða okkum frá tí, sum vit skulu gera ella hava sett okkum fyri at gera.

Økt fokus kemur ikki av sær sjálvum. Ein má arbeiða við sær sjálvum fyri at blíva betri til at fokusera. Hetta er hóast alt ein meiningsfult arbeiði, tí tað førir við sær, at fleiri mál verða rokkin og úrslit skapt.

Her eru nøkur ráð til at blíva betri til at fokusera:

  • Skriva ein lista við uppgávum og málum í raðfesting. Royn at loysa eina uppgávu í senn. Strika út, tá uppgáva er loyst ella mál eru rokkin.
  • Løna tær sjálvum, tá uppgáva er loyst ella tú hevur arbeitt sera fokuserað í t.d. ein tíma. Tað kann t.d. vera ein koppur av kaffi. Slíkar sjálvlønir kunnu gera stóran mun í gerandisdegnum.
  • Til tín, sum hevur arbeiði, har teldupostar fylla nógv: Ikki kanna teldupost alla tíðina! Tað er sera ineffektivt at taka ímóti teldupostum, meðan tú arbeiðir við uppgávu, sum krevur fokus.
  • Far í holt við tær truplastu uppgávurnar, tá ið tú ert best fyri. Fyri fleiri er besta løtan at halda fokus um morgunin. Tað týdningarmesta er, at tú finnur tær tíðir, har tú ert best fyri.
  • Tryggja tær, at títt umhvørvi (t.d. skrivstovan) stuðlar undir øktum fokusi. Hugsa um ljós, ljóð, borð, stól, myndir v.m. Undirmet ikki týdningum av einum stimbrandi umhvørvi!

Halt fokus, tí fokus ger munin og ger teg effektivari!

Týdningurin av at hava eina hugmynd

VisionHeðin Poulsen, Vatnsoyrar

“Virksemi uttan hugmynd (visión) er tíðarspilla. Hugmynd uttan virksemi er dagdroyming, men hugmynd við virksemi kann broyta heimin” Nelson Mandela

Tá ið vit hoyra ein mann sum Nelson Mandela, so lurta vit. Tí hesin maðurin hevur verið ígjøgnum so ótrúliga nógv og hevur avrikað enn meira. Hann megnaði veruliga at broyta heimin. Men hann hevði eisini eina greiða hugmynd sum leiðlustjørnu.

Hetta svarar væl til orðini hjá einum øðrum stórum manni, sum livdi fyri 3000 árum síðani. Hann var størri enn Mandela, og kemur eisini at liva longri enn Mandela. Hin vísi Sálomo kongur segði at “við ongum hugsjónum villist fólkið” (Orðt. 29.18).

Hetta er galdandi bæði fyri fyritøkur og stovnar, stórar sum smáar.

Hugmyndin er ein mynd av, hvar fyritøkan ynskir at vera í framtíðin – um 3-5 ár. Hon er málið. Hugmyndin eigur at vera neyv og siga, hvat vit vilja gera, og eisini, hvat vit ikki vilja gera. Hon eigur at vera før fyri at leiða fyritøkuna at náa felags málum og vera stimbrandi, soleiðis at hon verður ein áhaldandi áminning um, hvat vit ætla at røkka, eisini, tá ið tíðirnar gerast verri.

Ein fyritøka við ongum máli kann vera vís í at raka tað. Uttan hugmynd er ein fyritøka sum eitt skip uttan stavnhald, og stórur vandi er fyri at fara av kós. Nógvar fyritøkur og stovnar mangla eina greiða hugmynd, og leypa frá eini uppgávu til aðra uttan greiða fatan av stavnhaldinum, og grundarlag er ikki fyri at raðfesta og taka rættar avgerðir, og mangan verður úrslitið, at fólkið rør so hart tey kunnu uttan tó at hava góða framgongd. Tað er tó ikki vist, at tað gongur illa hjá eini fyritøku uttan hugmynd, men tað er lítið sannlíkt, at hon blómar. Møguleikarnir at vaksa og at gerast betri eru tilvildarligir. Hugmyndin eigur at vera hornasteinurin fyri øllum virkseminum hjá fyritøkuni, og aftur og aftur eigur spurningurin at setast um, hvussu hetta hjálpir okkum at náa okkara hugmynd.

Vit kunnu hyggja at eini hugmynd og meta um dygdina í henni:

”Vit vilja vera besta virki í heiminum”

Hendan hugmyndin er ikki nóg neyv, tí hon sigur einki um, hvat vit vilja gera, ella hvat vit ikki vilja gera. Vit verða ikki før fyri at eyðmerkja, hvat hevur stórsta týdning at gera, og hugmyndin hjálpir okkum ikki at greina, um vit eru á veg at náa málinum ella hvat eitt gott úrslit er. Og hvat merkir ”besta”? Hevur tað við talið av starvsfólki at gera? sølutøl ella vinning? Tað er eyðsæð, at henda hugmyndin er veik og kann ikki gerast hornasteinurin fyri alt virksemið í fyritøkuni.

Latið okkum siga, at vit ætla at lata eina matstovu upp. Hugmyndin og neyðugu virkisstigini fyri at gerast úrslitagóð, vildu verið ymisk, alt eftir slagi av matstovu. Hugsa um fylgjandi hugmyndir:

”Vit vilja veita skundverðar til vágafólk fyri sámuligar prísir”

”Vit vilja geva vágafólki og øðrum, eina góða matuppliving”

Um vit hyggja at hesum báðum hugmyndunum, er greitt, at virksemið og fokus eru ymisk. Marknaðarføring, arbeiðsgongdir og kravdir førleikar, eru eisini rættuliga ymisk. Niðurstøðan er, at okkara mál og virksemi, og hvussu vit máta tingini, verður drivið av hugmyndini.

Hugmyndin eigur at vera neyv og siga endamálið hjá fyritøkuni. Hon eigur at vera motiverandi, og eigur at virka sum hornasteinur fyri virkseminum og hjálpa okkum at leinkja virksemið til strategisk mál. Virksemið eigur at koma frá eini greiðari fatan av teimum virðum, sum tey skapa.

Heðin Poulsen, hedin@fimm.fo

Hvussu kann álit uppbyggjast?

Alit myndHeðin Poulsen, Vatnsoyrar

Álit er ein avgerandi partur í viðurskiftunum ímillum menniskju; tað veri seg privat og í arbeiðslívinum. Tað er ein høvuðs leiðslueginleiki. Men tú kanst ikki taka tað fyri givið. Drúgt er at byggja upp, men skjótt at bróta niður. Summi okkara byggja álit natúrliga og kanska ótilvitað, meðan onnur bróta niður ótilvitað. Uttan álit, verða viðurskiftini mangan strongd, og spurningurin er, um man kann halda fram ella ei.

Isac Watts segði einaferð: “At læra at hava álit, er ein av truplastu uppgávum lívsins.” Um fólk ikki hava álit á tær, kanst tú hvørki skapa góðar relatiónir ella háavrikstoymi. Og uttan hesi bæði, kanst tú ikki gerast ein úrslitagóður leiðari. Um tú ikki ert varin og tilvitaður um hetta, kanst tú missa álitið innan dagar ella tímar.

Nøkur stig at byggja álit:
Ver útrokniligur
Luta tínar ætlanir, virðir og ynskir. Fólki dámar at kenna tínar hugsanir og sannføringar, og at skilja, hvussu tey skulu passa inn. Hetta gevur teimum tryggleika. Yyvirraskilsi kunnu vera góð, men stabilitetur er betri til at byggja álit.

Ver erligur
Hetta er kanska ikki so lætt sum tað ljóðar, men er so umráðandi, at ein má vera grundleggjandi tilvitaður um tað. Mangan verða hvítar lygnir nýttar í viðurskiftum fyri at snúgva sær. Vanda tær um at nýta hvítar lygnir. Vit kenna til vitnisfrágreiðingar í rættinum, har man skal (1) siga sannleikan, (2) allan sannleikan, og (3) einki uttan sannleikan. Halt teg altíð til sannleikan. Tað merkir tó ikki, at tú altíð skalt avdúka allan sannleikan. Ver villigur at siga nei. Um tú ikki klárar, ella ikki ætlar at gera eitthvørt, so eigur tú at siga frá. Tú kanst ikki gera alt fyri øll.

Vís ábyrgd
Halt tað, tú lovar, og ger tað til tíðina. Ver eftirfarandi og álítandi. Møt til tíðina. Um tú sært, at tú ikki megnar at halda givin lyftir, so sig frá í góðari tíð. Bið um umbering og hav eitt uppskot um loysn. Syrg fyri, at hetta ikki hendir aftur og verj umdømið. Leið fyrimyndarliga og vís varandi, at tú heldur tað, tú lovar, og at onnur kunnu rokna við tær.

Hav integritet
Lat samsvar vera ímillum talu og atferð, og samsvar ímillum hvør tú ert heima, til arbeiðis og aðra staðni.

Hav álit á øðrum
Vís øðrum álit. Játta smidleika, eggja framtaksemi og bið um afturboðan. Trúgv uppá førleikar og evni hjá øðrum. Ver villigur at geva fólki ábyrgd og myndugleika. “Besti mátin at finna út av, um tú kanst lýta á onkran, er at lýta á viðkomandi” (Ernest Hemmingway).

Játta mistøk og veikleikar
Tíbetur ert tú bara eitt menniskja, og tú gert eisini mistøk. Táið tað hendir, eigur tú at viðganga tey og taka ábyrgdina av teimum. Vís gjøgnumskygni og ver sannur. Tað er ein styrki at kenna og viðurkenna sínar veikleikar. Slíkur eyðmjúkleiki er dámligur og álitisvekjandi.

Brotið álit kann byggjast uppaftur
Hevur tú svikið, og álitið er brotið, er kortini vón. Tú kanst fara miðvíst til verka, fyri at byggja álitið uppaftur. Fyrsta stigið er at viðurkenna tað. Vís síðan, at tú harmast støðuna og ynskir at fáa ein møguleika afturat. Síðani mást tú verða tilvitaður og miðvíst vera útrokniligur, erligur, vísa ábyrgd, hava integritet og hava álit.

Frá comfort til framburð

Innovation Road Sign with dramatic clouds and sky.
Rúni Rasmussen

Vit menniskju eru vanabundin. Vit kenna tryggleika og støðufesti í okkara vanum og comfort zone. Men um vit bara søkja tryggleika og ongantíð hætta okkum út um okkara comfort zone, so uppliva vit ikki jaligar broytingar í okkara lívi, umhvørvi og arbeiðsplássi.

Um vit sum einstaklingar og organisatiónir bara gera tað sama, ja, so fáa vit bert somu úrslit.

Fyri at gera broytingar og skapa nakað nýtt, mugu vit hugsa nýtt og gera tingini øðrvísi. Vit mugu lata upp fyri innovatión. Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Framburður við innovatión
Framburður krevur, at vit finna leiðina út úr comfort zone, sleppa gomlum og ótíðarhóskandi loysnum og byrja at hugsa nýtt og øðrvísi.

Stórur partur av okkara heimi hevur ment seg sera nógv tær seinastu fáu øldirnar.

Dampmaskinur vóru drívmegin í ídnaðarkollveltingini. Hópframleiðslur gjørdust vanligar, flutningurin gjørdist nógv betri og skjótari við damptokum og dampskipum.

Telegrafi, og seinni telefonin, skapti eina sanna samskiftiskollvelting.

Nýtslan av ravmagni gjørdist ein orkukollvelting, sum við tíðini kom at ávirka øll samfelagsøki.

Modernaða læknavísindin hevur lyft milliónir av menniskjum frá sjúku til heilsu, og hevur bjargað óteljandi menniskjum frá at doyggja alt ov tíðliga.

Internetið hevur tey seinastu tjúgu árini skapt fyritreyt fyri nógv størri vitanardeiling og knýtt menniskju um allan heim saman.

Listin við innovatiónum er langur. Tað eru allar hesar innovatiónirnar, sum hava skapt tað samfelag, sum vit í dag liva í. Og vilja vit framvegis mennast, er innovatión á øllum økjum vegurin fram.

John Kao, sum hevur skrivað bókina Innovation Nation, hevur eina góða allýsing av hugtakinum innovation: “Innovatión er førleikin hjá einstaklingum, fyritøkum og tjóðum at áhaldandi skapa ta framtíð, sum tey ynskja.”

Fleiri og fleiri lond viðurkenna, at fyritreytin fyri áhaldandi búskaparvøkstri er innovatión. Innovatión á øllum økjum er fyritreyt fyri at standa seg í altjóða kappingini og fyri at skapa eina betri framtíð.

Innovatión eigur at fevna um øll øki í samfelgnum. Neyðugt er t.d. at menna betri sjúkuviðgerðir, gera almennar fyrisitingar og umsitingar betri, at geva vinnulívinum stimbrandi og nýhugsandi karmar. Nýggjar vørur, tænastu og loysnir skulu mennast.

Menniskju skapa innovatión
Innovatión er ikki bert eitt fínt og popput hugtak. Innovatión er ikki bert fyri fyritøkur og tað almenna. Innovatión er neyðugt fyri alt samfelagið. Innovatión er viðkomandi fyri tann einstaka, tí innovatión kemur ikki frá skipanum, organisatiónum ella tøkni. Tað eru menniskju, ið skapa nýggjar loysnir. Ja, tað er neyðugt at hava hóskandi og stimbrandi karmar, men innovatiónin kemur frá menniskjum. Aloftast verða nýggj hugskot og loysnir kveikt í samanspæli millum menniskju.

Samanspæl skapar innovatión
Steven Johnson skrivar í bók sínari Where Good Ideas Come From um fyritreytir fyri góðum hugskotum/innovatiónum. Nakrar av niðurstøðunum hjá Johnson eru:

  • Innovatión tekur tíð
  • Tað er undantakið, at ein persónur einsamallur brádliga fær eitt kollveltandi hugskot
  • Gjøgnumbrot eru oftast úrslit av, at fólk við ymiskum hugskotum hittast og luta hugskotini við sínámillum (samvirkni)
  • Ein slóðbrótandi innovatión (t.d. internetið) byggir á eina røð av øðrum hugskotum og royndum

Vegurin til samfelagsmenning er innovatión. Vit mugu stíga út úr comfort zone, tora at hugsa nýtt og royna nýggjar loysnir. Vit mugu góðtaka, at mistøk verða gjørd. Vit mugu skapa sambond við onnur fólk við góðum hugskotum. Leiðarar mugu ganga á odda í nýhugsan. Og vit mugu trúgva uppá, at vit saman kunnu skapa eina enn bjartari framtíð.