About Rúni Rasmussen

fdhfg dfgdfg dfgdfgdf dfgdfg

10 orðatøk til leiðarar

Rúni Rasmussen

Leiðarar kunnu fáa gagn av at taka til sín orðatøk. Orðatøk eru setningar, sum lýsa lívsroyndir og sannroyndir, og sum fleiri fólk taka til sín. Páll Isholm hevur givið út savn við orðatøkum við heitinum Føroysk orðatøk (2022). Savnið inniheldur nógv og fjølbroytt orðatøk, bólkað í evni. Havi tikið 10 orðatøk úr savninum, sum eg haldi eru góð og gagnlig hjá leiðarum at grunda á og taka við í leiðsluarbeiði. Tey eru:

Hann, ið árla rísur, verður um mangt vísur

Tað er í andróðri, at vøddarnir harðna

Tað nyttar ikki at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan

Har gott fólk er, kemur gott fólk til

Hann vinnur, ið treiskur er

Tungur er tigandi róður

Teimum, tú nýtir gott av, skalt tú rósa

Sólin skínur á tey djørvu

Ver móti øðrum, sum tú vilt, tey skulu vera móti tær

Við at gleða onnur, gleðir tú teg sjálvan

Vakstrarforum og leiðsla

Mynd

Vakstrarforumið endaði sítt arbeiði í juni í ár. Endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum var tíðaravmarkað til hálvt annað ár – frá februar 2021 til juni 2022.

Løgmaður Bárður av Steig Nielsen var formaður í Vakstrarforum. Um arbeiðið í Vakstrarforum segði løgmaður, tá arbeiðið var liðugt:

”164 uppskot til betringar í samfelagnum er ein fongur fyri okkum politikarar, men tað er eisini ein avbjóðing. Tí nú er spurningurin bara, hvussu væl vit tora at taka djarvar avgerðir, sum kunnu skapa varandi vøkstur og trivnað langt inn í framtíðina”.

Vakstrarforum hevur tað latið seks frágreiðingar úr hondum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimu veitaravinnuna, útbúgving og arbeiðsmarknað og einar grønari Føroyar. Tey 17 Heimsmálini fyri burðardyggari menning hava verið við í arbeiðinum hjá Vakstrarforum.

Grønari hinumegin

Frágreiðingarnar og tilmælini frá undirbólkum til Vakstrarforum eru sera áhugaverdar og viðkomandi fyri leiðarar í Føroyum. Serliga áhugaverd er seinasta frágreiðingin, sum ber heitið Grønari hinumegin – tilmæli um einar burðardyggari Føroyar. Her verður mælt til, at gjørd verður ein burðardygdsstrategi. Víst verður á, at tættir í slíkari strategi eiga at vera: at orkuframleiðslan og nýtslan verður grøn, at vit dálka minni, at vit skipa nýtslu og framleiðslu betur, at búskapurin er haldførur og mótstøðuførur, og at vit syrgja fyri, at fólk trívast og støðast og eru ein partur av felagsskapinum.

Góð leiðsla ein fyritreyt

Einar burðardyggari Føroyar koma ikki av sær sjálvum. Ein grundleggjandi treyt fyri at bera land okkara munandi fram á burðaryggari kós er góð, framskygt og burðardygg leiðsla á øllum økjum og stigum í okkara samfelagi. Leiðarar mugu ganga undan. Teir mugu vísa vegin, ganga vegin og halda á í ferðini saman við sínum starvsfólkum.

Leiðarar mugu ganga undan. Teir mugu vísa vegin, ganga vegin og halda á í ferðini saman við sínum starvsfólkum.

Mín vón er, at leiðarar í Føroyum ganga á odda at skapa burðardygga menning, sum snýr seg um at skapa vælferð og framburð fyri øll, tvørtur um ættarlið, á burðardyggari grund. Framburðurin skal virða tilfeingið, sum er fólkið, klótan, náttúran og felagsskapurin. Í longdini vinna øll, tá ið okkara vælferð er grundað á haldgóða grund.

Tað hevur alstóran týdning, at politisku leiðararnir samstarva og raðfesta tvørtur um floksmørk og samskapa burðardyggar loysnir fyri alt samfelagið.

Í longdini vinna øll, tá ið okkara vælferð er grundað á haldgóða grund.

Frágreiðingarnar frá Vakstrarforum geva leiðarum á nógvum ymiskum økjum hugskot, tilmæli og evni at arbeiða við í leiðsluskapinum.

Sí allar frágreiðingarnar her.

Heimsmálini krevja góðar leiðarar

Heimsmál_plakat_há 2

Rúni Rasmussen

Altjóða samfelagið setti sær í 2015 stór felags mál fyri okkara klótu. Ásannað varð, at heimsins avbjóðingar eru av slíkum slagi, at neyðugt er at taka stór altjóða og heimlig tøk. ST samtykti á heysti 2015 The 2030 Agenda for Sustainable Development. Talan er um 17 stór høvuðsmál fyri burðardygga menning (Sustainable Development Goals, stytt SDG á enskum). Í Føroyum brúka vit heitið Heimsmálini.

Burðardygg menning
Yvirskipaða málið við hesi skrá er at skapa ein betri heim fyri øll á burðardyggari grund. Kjarnuhugtakið er burðardygg menning.
Í Brundtland-frágreiðingini frá 1987 verður burðardygg menning allýst soleiðis:“Burðardygg menning er menning, sum nøktar tørvirnar hjá verandi ættarliði uttan at seta í vanda møguleikar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørvum.” Heimsmálini snúgva seg um at tryggja heimin nú og framyvir. Neyðugt er at vísa virðing og umsorgan í verki fyri verandi og komandi ættarliðum. Okkara skylda er at gera okkara part til tess at skapa góðar fyritreytir fyri menning og vælferð hjá teimum, sum eftir okkum koma.

Fimm f
Ban Ki-Moon, fyrrverandi ST-aðalskrivari, segði í einari røðu:” Vit kunnu skapa ta framtíð, sum vit ynskja: eina framtíð, ið er grundað á vælferð og burðardygd fyri øll fólk og okkara fold.”
Ban Ki-Moon hevur ofta og sannførandi víst á, at Heimsmálini snúgva seg um fimm lyklaorð, sum øll byrja við f: Fólkið, framburður, friður, felagsskapur/samstarv og foldin.

Heimsmálini um allan heim
Heimsmálini eru á skrá um allan heimin. Stjórnir, kommunur, vinnulív, sjálvbodnir felagsskapir, kirkjur og samkomur, og mangir aðrir partar av samfelagnum hava sett sær fyri at arbeiða fram í móti Heimsmálunum. Hetta er at fegnast um. Tí stór og felags tøk mugu takast á nógvum økjum til tess at varðveita og tryggja livilíkindi á jørðini og at skapa ein betri heim fyri øll.

Heimsmálini og Føroyar
Landsstýrið hevur tikið Heimsmálini til sín. Føroysk týðing av øllum Heimsmálunum (og undirmálum) er tøk á heimasíðuni hjá Landsstýrinum. Nám hevur gjørt frálíka temasíðu um Heimsmálini á snar.fo. Í Føroyum hava eisini fyritøkur, skúlar, samkomur/kirkju og onnur tikið Heimsmálini til sín. Fleiri og fleiri síggja tørvin á at skapa ein betri heim fyri øll, har burðardygd er grundarlagið.

Góð og djørv leiðsla
Heimsmálini kunnu ikki røkkast uttan góða og djarva leiðslu á øllum stigum og á øllum økjum í samfelagnum. Tí leiðsla snýr seg um at taka ábyrgd, seta mál og eggja øðrum at røkka teimum í felag.

Ein góður leiðari er sannførdur um, at tað ber til at skapa eina bjartari og betri framtíð, og hann dugir at sannføra og motivera onnur til at seta kósina ímóti betri tíðum.

Fyri at røkka teimum 17 Heimsmálunum er alneyðugt av álvara at seta fokus á leiðslu, og at sannað verður, at stórur tørvur er á leiðarum, sum taka Heimsmálini til sín og byrja at arbeiða fram ímóti teimum.

Óteljandi verkætlanir, stórar og smáar, skulu leiðast væl til tess at røkka Heimsmálunum. Tí er neyðugt at seta fokus á verkætlanarleiðslu. Skilagóðar og væl leiddar verkætlanir skapa stórt virði fyri samfelagið.

Nýskapan
Leiðarar mugu stimbra undir nýskapan, ið er at skapa nakað nýtt, sum ger mun. Teir mugu síggja tað besta í hvørjum einstøkum menniskja og eggja teimum at brúka sínar gávur og evni til at gera ein mun og skapa virði fyri sítt umhvørvi og organisatión. Hópur av nýskapandi loysnum á øllum samfelagsøkjum skulu til fyri at røkka málunum.

Fimm ráð
Her eru at enda fimm ráð til leiðarar og organisatiónir um at arbeiða við Heimsmálunum:

  1. Lær Heimsmálini at kenna
  2. Set tær fyri at arbeiða við málunum
  3. Seta orð á, saman við starvsfólkum, hvat organisatiónin longu ger í mun til tey 17 Heimsmálini
  4. Raðfest nøkur mál og ger átaksætlanir fyri tey
  5. Hav áhaldandi fokus á Heimsmálini og eggja starvsfólkum og viðskiftafólkum at vera virknir viðleikarar í strembanini at røkka málunum

Fyri fleiri leiðarar og organisatiónir kann arbeiðið við Heimsmálunum tykjast møtimikið. Ferðin kann tykjast  long og strævin. Og tað er skiljandi. Her kann tí vera gott at blíva mintur á kinesiskt orðatak, sum so satt sigur:”Ein drúgv og long ferð byrjar við einum feti.”

Íblástur at skapa nýtt

Rúni Rasmussen

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Eg eri sannførdur um, at tilvitað innovatión í nógv størri mun skal á breddan í føroyska almenna geiranum og í samfelagnum sum heild. Neyðugt er at arbeiða enn meira miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar, øllum samfelagnum at frama.

Føroyar eru í fremstu røð á fleiri økjum. Kanning frá Fólkaheilsuráðnum frá mai í ár staðfestir, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgdsemið hjá føroyingum er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond.

Vit hava við nýggjum hugskotum og loysnum, ofta so líðandi, bygt eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki. So innovatión skal ikki á breddan, tí vit eru so aftarliga í mun til onnur, men fyri meiri tilvitað at menna okkara samfelag enn meira, og tí at vit mugu taka ímóti stórum og áhaldandi avbjóðingum.

Avbjóðingarnar í dagsins samfelagi eru av einum vavi, sum vit ikki hava sæð áður.

Borgarin væntar alsamt  fleiri tænastur og veitingar av almenna geiranum, men vit vita, at menniskjaliga og fíggjarliga tilfeingið er og verður avmarkað.

Økt alheimsgerð og avbjóðingin at vera ein kappingarfør tjóð á fleiri økjum, er ein orsøk til, at vit áhaldandi mugu hugsa nýtt og skapa meirvirði fyri borgarar, kundar og alt samfelagið.

Sonevndir tvørligir trupulleikar (wicked problems) gerast støðugt fleiri í tali og hótta ikki bert einstøk lond, men í nógvum førum allan heimin, eitt nú veðurlagsavbjóðingar, umhvørvið, yvirgangur og umfarssóttir. Til tess at fáa so frægt tamarhald á hesum avbjóðingum sum møguligt, er neyðugt við innovatión og samstørvum tvørtur um mørk á fleiri stigum (lond, geirar, fakøki o.s.fr.).

Hesar stóru avbjóðingar, sum eru nevndar omanfyri, seta trýst á okkara skipan og á stjórnir kring allan heim. Lond kunnu ikki bara lata standa til. Millum annað hevur millumstjórnafelagsskapurin OECD í fleiri greiningum og útgávum víst á alstóra týdningin av, at stjórnir seta innovatión í miðdepilin, so tær gerast betur førar fyri at loysa hesar risa avbjóðingar.

Í fleiri londum eru sonevndar innovatiónseindir settar á stovn. Hetta er ásannan av, at tørvur er á at seta fokus á týdningin av innovatión, og at neyðugt er at arbeiða skipað og strategiskt við innovatión í mun til avbjóðingarnar í samfelagnum á mongum økjum og á ymiskum stigum.

MindLab er ein innovatiónseind, sum fleiri stjórnarráð í Danmark í felag hava stovnað. MindLab arbeiðir saman við borgarum, stovnum og fyritøkum við tí endamáli at skapa nýggjar og innovativar loysnir. MindLab tekur útgangsstøði í borgaranum, tá ið tey arbeiða við at menna nýggjar loysnir og tænastur í almenna geiranum. MindLab brúkar nógv ymisk amboð í innovatiónsarbeiðinum. Fleiri góð amboð eru tøk á mind-lab.dk.

Annað dømi er Center for Offentlig Innovation í Danmark, ið er ein landsumfevnandi depil, sum hevur til endamáls at hækka góðskuna og virknið í almenna geiranum gjøgnum innovatión. Tað er stjórnin, kommunurnar, regiónirnar og onnur, sum hava sett depilin á stovn. Depilin arbeiðir við at spjaða og eftirmeta innovatión, skapa sambond og kanna innovatiónsstigið í ymiskum organisatiónum. Depilin brúkar sonevnt innovatiónsbarometur, sum vísir støðuna á nógvum ymiskum økjum, tá talan er um innovatión, organisatión, samstarv og loysnir.

NESTA er ein sjálvstøðugur innovatións- og menningarmiðdepil í Onglandi. NESTA hjálpir fólkum og organisatiónum at fremja í verki nýggj og góð hugskot, sum hava týdning fyri øll. NESTA hevur framleitt nógvar sera góðar frágreiðingar, tilmæli og greiningar. Á NESTA heimasíðuni finnur tú nógvan íblástur og hent amboð til innovatiónsarbeiði.

Í avbjóðingini at fremja nýskapan á ymiskum samfelagsøkjum er týdningarmikið at hava í huga, at menniskjatilfeingið (human capital) er tað týdningarmesta tilfeingið. Samstarv millum einstaklingar, organisatiónir og ymsu geirarnar er fyritreyt fyri innovatiónum, sum veruliga muna í samfelagnum.

Fyrr í ár varð ein bóklingur um innovatión framleiddur í sambandi við ein starvsfólkadag hjá landsfyrisitingini. Bóklingurin ber heitið Samstarvsrikin innovatión  ̶  føroyskar innovatiónssøgur úr almenna geiranum. Við støði í føroyskum dømum verður greitt frá, hvat samstarvsrikin innovatión er, og hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Eisini hevur bóklingurin vegleiðing um, hvussu arbeiðast kann ítøkiligt við innovatión.

Í innovatiónsarbeiði kunnu vit fáa íblástur úr øðrum londum og okkara egna landi. Við hesum víðka vit okkara sjónarring og skapa betri fyritreytir fyri at skapa nakað nýtt, sum ger mun í okkara umhvørvi.