Heimsmálini krevja góðar leiðarar

Heimsmál_plakat_há 2

Rúni Rasmussen

Altjóða samfelagið setti sær í 2015 stór felags mál fyri okkara klótu. Ásannað varð, at heimsins avbjóðingar eru av slíkum slagi, at neyðugt er at taka stór altjóða og heimlig tøk. ST samtykti á heysti 2015 The 2030 Agenda for Sustainable Development. Talan er um 17 stór høvuðsmál fyri burðardygga menning (Sustainable Development Goals, stytt SDG á enskum). Í Føroyum brúka vit heitið Heimsmálini.

Burðardygg menning
Yvirskipaða málið við hesi skrá er at skapa ein betri heim fyri øll á burðardyggari grund. Kjarnuhugtakið er burðardygg menning.
Í Brundtland-frágreiðingini frá 1987 verður burðardygg menning allýst soleiðis:“Burðardygg menning er menning, sum nøktar tørvirnar hjá verandi ættarliði uttan at seta í vanda møguleikar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørvum.” Heimsmálini snúgva seg um at tryggja heimin nú og framyvir. Neyðugt er at vísa virðing og umsorgan í verki fyri verandi og komandi ættarliðum. Okkara skylda er at gera okkara part til tess at skapa góðar fyritreytir fyri menning og vælferð hjá teimum, sum eftir okkum koma.

Fimm f
Ban Ki-Moon, fyrrverandi ST-aðalskrivari, segði í einari røðu:” Vit kunnu skapa ta framtíð, sum vit ynskja: eina framtíð, ið er grundað á vælferð og burðardygd fyri øll fólk og okkara fold.”
Ban Ki-Moon hevur ofta og sannførandi víst á, at Heimsmálini snúgva seg um fimm lyklaorð, sum øll byrja við f: Fólkið, framburður, friður, felagsskapur/samstarv og foldin.

Heimsmálini um allan heim
Heimsmálini eru á skrá um allan heimin. Stjórnir, kommunur, vinnulív, sjálvbodnir felagsskapir, kirkjur og samkomur, og mangir aðrir partar av samfelagnum hava sett sær fyri at arbeiða fram í móti Heimsmálunum. Hetta er at fegnast um. Tí stór og felags tøk mugu takast á nógvum økjum til tess at varðveita og tryggja livilíkindi á jørðini og at skapa ein betri heim fyri øll.

Heimsmálini og Føroyar
Landsstýrið hevur tikið Heimsmálini til sín. Føroysk týðing av øllum Heimsmálunum (og undirmálum) er tøk á heimasíðuni hjá Landsstýrinum. Nám hevur gjørt frálíka temasíðu um Heimsmálini á snar.fo. Í Føroyum hava eisini fyritøkur, skúlar, samkomur/kirkju og onnur tikið Heimsmálini til sín. Fleiri og fleiri síggja tørvin á at skapa ein betri heim fyri øll, har burðardygd er grundarlagið.

Góð og djørv leiðsla
Heimsmálini kunnu ikki røkkast uttan góða og djarva leiðslu á øllum stigum og á øllum økjum í samfelagnum. Tí leiðsla snýr seg um at taka ábyrgd, seta mál og eggja øðrum at røkka teimum í felag.

Ein góður leiðari er sannførdur um, at tað ber til at skapa eina bjartari og betri framtíð, og hann dugir at sannføra og motivera onnur til at seta kósina ímóti betri tíðum.

Fyri at røkka teimum 17 Heimsmálunum er alneyðugt av álvara at seta fokus á leiðslu, og at sannað verður, at stórur tørvur er á leiðarum, sum taka Heimsmálini til sín og byrja at arbeiða fram ímóti teimum.

Óteljandi verkætlanir, stórar og smáar, skulu leiðast væl til tess at røkka Heimsmálunum. Tí er neyðugt at seta fokus á verkætlanarleiðslu. Skilagóðar og væl leiddar verkætlanir skapa stórt virði fyri samfelagið.

Nýskapan
Leiðarar mugu stimbra undir nýskapan, ið er at skapa nakað nýtt, sum ger mun. Teir mugu síggja tað besta í hvørjum einstøkum menniskja og eggja teimum at brúka sínar gávur og evni til at gera ein mun og skapa virði fyri sítt umhvørvi og organisatión. Hópur av nýskapandi loysnum á øllum samfelagsøkjum skulu til fyri at røkka málunum.

Fimm ráð
Her eru at enda fimm ráð til leiðarar og organisatiónir um at arbeiða við Heimsmálunum:

  1. Lær Heimsmálini at kenna
  2. Set tær fyri at arbeiða við málunum
  3. Seta orð á, saman við starvsfólkum, hvat organisatiónin longu ger í mun til tey 17 Heimsmálini
  4. Raðfest nøkur mál og ger átaksætlanir fyri tey
  5. Hav áhaldandi fokus á Heimsmálini og eggja starvsfólkum og viðskiftafólkum at vera virknir viðleikarar í strembanini at røkka málunum

Fyri fleiri leiðarar og organisatiónir kann arbeiðið við Heimsmálunum tykjast møtimikið. Ferðin kann tykjast  long og strævin. Og tað er skiljandi. Her kann tí vera gott at blíva mintur á kinesiskt orðatak, sum so satt sigur:”Ein drúgv og long ferð byrjar við einum feti.”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s