Týdningurin av at hava eina hugmynd

VisionHeðin Poulsen, Vatnsoyrar

“Virksemi uttan hugmynd (visión) er tíðarspilla. Hugmynd uttan virksemi er dagdroyming, men hugmynd við virksemi kann broyta heimin” Nelson Mandela

Tá ið vit hoyra ein mann sum Nelson Mandela, so lurta vit. Tí hesin maðurin hevur verið ígjøgnum so ótrúliga nógv og hevur avrikað enn meira. Hann megnaði veruliga at broyta heimin. Men hann hevði eisini eina greiða hugmynd sum leiðlustjørnu.

Hetta svarar væl til orðini hjá einum øðrum stórum manni, sum livdi fyri 3000 árum síðani. Hann var størri enn Mandela, og kemur eisini at liva longri enn Mandela. Hin vísi Sálomo kongur segði at “við ongum hugsjónum villist fólkið” (Orðt. 29.18).

Hetta er galdandi bæði fyri fyritøkur og stovnar, stórar sum smáar.

Hugmyndin er ein mynd av, hvar fyritøkan ynskir at vera í framtíðin – um 3-5 ár. Hon er málið. Hugmyndin eigur at vera neyv og siga, hvat vit vilja gera, og eisini, hvat vit ikki vilja gera. Hon eigur at vera før fyri at leiða fyritøkuna at náa felags málum og vera stimbrandi, soleiðis at hon verður ein áhaldandi áminning um, hvat vit ætla at røkka, eisini, tá ið tíðirnar gerast verri.

Ein fyritøka við ongum máli kann vera vís í at raka tað. Uttan hugmynd er ein fyritøka sum eitt skip uttan stavnhald, og stórur vandi er fyri at fara av kós. Nógvar fyritøkur og stovnar mangla eina greiða hugmynd, og leypa frá eini uppgávu til aðra uttan greiða fatan av stavnhaldinum, og grundarlag er ikki fyri at raðfesta og taka rættar avgerðir, og mangan verður úrslitið, at fólkið rør so hart tey kunnu uttan tó at hava góða framgongd. Tað er tó ikki vist, at tað gongur illa hjá eini fyritøku uttan hugmynd, men tað er lítið sannlíkt, at hon blómar. Møguleikarnir at vaksa og at gerast betri eru tilvildarligir. Hugmyndin eigur at vera hornasteinurin fyri øllum virkseminum hjá fyritøkuni, og aftur og aftur eigur spurningurin at setast um, hvussu hetta hjálpir okkum at náa okkara hugmynd.

Vit kunnu hyggja at eini hugmynd og meta um dygdina í henni:

”Vit vilja vera besta virki í heiminum”

Hendan hugmyndin er ikki nóg neyv, tí hon sigur einki um, hvat vit vilja gera, ella hvat vit ikki vilja gera. Vit verða ikki før fyri at eyðmerkja, hvat hevur stórsta týdning at gera, og hugmyndin hjálpir okkum ikki at greina, um vit eru á veg at náa málinum ella hvat eitt gott úrslit er. Og hvat merkir ”besta”? Hevur tað við talið av starvsfólki at gera? sølutøl ella vinning? Tað er eyðsæð, at henda hugmyndin er veik og kann ikki gerast hornasteinurin fyri alt virksemið í fyritøkuni.

Latið okkum siga, at vit ætla at lata eina matstovu upp. Hugmyndin og neyðugu virkisstigini fyri at gerast úrslitagóð, vildu verið ymisk, alt eftir slagi av matstovu. Hugsa um fylgjandi hugmyndir:

”Vit vilja veita skundverðar til vágafólk fyri sámuligar prísir”

”Vit vilja geva vágafólki og øðrum, eina góða matuppliving”

Um vit hyggja at hesum báðum hugmyndunum, er greitt, at virksemið og fokus eru ymisk. Marknaðarføring, arbeiðsgongdir og kravdir førleikar, eru eisini rættuliga ymisk. Niðurstøðan er, at okkara mál og virksemi, og hvussu vit máta tingini, verður drivið av hugmyndini.

Hugmyndin eigur at vera neyv og siga endamálið hjá fyritøkuni. Hon eigur at vera motiverandi, og eigur at virka sum hornasteinur fyri virkseminum og hjálpa okkum at leinkja virksemið til strategisk mál. Virksemið eigur at koma frá eini greiðari fatan av teimum virðum, sum tey skapa.

Heðin Poulsen, hedin@fimm.fo