Hvussu kann álit uppbyggjast?

Alit myndHeðin Poulsen, Vatnsoyrar

Álit er ein avgerandi partur í viðurskiftunum ímillum menniskju; tað veri seg privat og í arbeiðslívinum. Tað er ein høvuðs leiðslueginleiki. Men tú kanst ikki taka tað fyri givið. Drúgt er at byggja upp, men skjótt at bróta niður. Summi okkara byggja álit natúrliga og kanska ótilvitað, meðan onnur bróta niður ótilvitað. Uttan álit, verða viðurskiftini mangan strongd, og spurningurin er, um man kann halda fram ella ei.

Isac Watts segði einaferð: “At læra at hava álit, er ein av truplastu uppgávum lívsins.” Um fólk ikki hava álit á tær, kanst tú hvørki skapa góðar relatiónir ella háavrikstoymi. Og uttan hesi bæði, kanst tú ikki gerast ein úrslitagóður leiðari. Um tú ikki ert varin og tilvitaður um hetta, kanst tú missa álitið innan dagar ella tímar.

Nøkur stig at byggja álit:
Ver útrokniligur
Luta tínar ætlanir, virðir og ynskir. Fólki dámar at kenna tínar hugsanir og sannføringar, og at skilja, hvussu tey skulu passa inn. Hetta gevur teimum tryggleika. Yyvirraskilsi kunnu vera góð, men stabilitetur er betri til at byggja álit.

Ver erligur
Hetta er kanska ikki so lætt sum tað ljóðar, men er so umráðandi, at ein má vera grundleggjandi tilvitaður um tað. Mangan verða hvítar lygnir nýttar í viðurskiftum fyri at snúgva sær. Vanda tær um at nýta hvítar lygnir. Vit kenna til vitnisfrágreiðingar í rættinum, har man skal (1) siga sannleikan, (2) allan sannleikan, og (3) einki uttan sannleikan. Halt teg altíð til sannleikan. Tað merkir tó ikki, at tú altíð skalt avdúka allan sannleikan. Ver villigur at siga nei. Um tú ikki klárar, ella ikki ætlar at gera eitthvørt, so eigur tú at siga frá. Tú kanst ikki gera alt fyri øll.

Vís ábyrgd
Halt tað, tú lovar, og ger tað til tíðina. Ver eftirfarandi og álítandi. Møt til tíðina. Um tú sært, at tú ikki megnar at halda givin lyftir, so sig frá í góðari tíð. Bið um umbering og hav eitt uppskot um loysn. Syrg fyri, at hetta ikki hendir aftur og verj umdømið. Leið fyrimyndarliga og vís varandi, at tú heldur tað, tú lovar, og at onnur kunnu rokna við tær.

Hav integritet
Lat samsvar vera ímillum talu og atferð, og samsvar ímillum hvør tú ert heima, til arbeiðis og aðra staðni.

Hav álit á øðrum
Vís øðrum álit. Játta smidleika, eggja framtaksemi og bið um afturboðan. Trúgv uppá førleikar og evni hjá øðrum. Ver villigur at geva fólki ábyrgd og myndugleika. “Besti mátin at finna út av, um tú kanst lýta á onkran, er at lýta á viðkomandi” (Ernest Hemmingway).

Játta mistøk og veikleikar
Tíbetur ert tú bara eitt menniskja, og tú gert eisini mistøk. Táið tað hendir, eigur tú at viðganga tey og taka ábyrgdina av teimum. Vís gjøgnumskygni og ver sannur. Tað er ein styrki at kenna og viðurkenna sínar veikleikar. Slíkur eyðmjúkleiki er dámligur og álitisvekjandi.

Brotið álit kann byggjast uppaftur
Hevur tú svikið, og álitið er brotið, er kortini vón. Tú kanst fara miðvíst til verka, fyri at byggja álitið uppaftur. Fyrsta stigið er at viðurkenna tað. Vís síðan, at tú harmast støðuna og ynskir at fáa ein møguleika afturat. Síðani mást tú verða tilvitaður og miðvíst vera útrokniligur, erligur, vísa ábyrgd, hava integritet og hava álit.