“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið” (Dwight D. Eisenhower)
Vit munnu øll viðurkenna, at tað er ein stór avbjóðing at raðfesta, seta mál og røkka teimum. Og tey flestu eru samd um, at tað er týðandi at seta mál fyri at skapa góð úrslit. Vit vilja øll avrika og skapa virði; gera ein mun. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Málsetan, tilrættalegging og disiplin skal til.
Ofta fara vit beinleiðis til uppgávurnar, sum vit halda skulu loysast her og nú, og arbeiða í teirri trúgv, at vit veruliga avrika nógv. Men avrika vit veruliga nógv, um tær uppgávurnar og málini, sum vit loysa, ikki hava grundarlag í greiðum málum?
Lat meg taka eitt dømi um eina arbeiðsstøðu, sum fleiri kenna til. Tú kemur til arbeiðis mánamorgun, og tað fyrsta, ið tú gert, er at svara teldupostum, ofta í teirri raðfylgju, teir eru móttiknir. Og vit kunnu hava eina kenslu av, aftaná at hava svarað 15 teldupostum, at vit hava veruliga gjør nakað til nyttu. Men hava vit tað? Latið okkum steðga á og hugsa um, hvat tað er, sum hendir í nevndu støðu.
Tá ið tú byrjar mánamorgun við at svara teldupostum uttan støði í málum og tilrættalegging, so letur tú onnur stýra tínum arbeiði. Hugsa um hetta! Tað er ikki tú, men tey, ið hava sent teldupostarnar, sum stýra tínum arbeiði. Tað er rættiliga høpisleyst. Tað er tú, og ikki onnur, sum skulu stýra og skipa títt arbeiði. Vit mugu hava yvirskipað og ítøkilig mál, og síðan skipa mánaðirnar, vikurnar og dagarnar við støði í teimum. Tað er ikki lætt at skipa sítt arbeiði. Eg veit. Allir leiðarar hava hesa felags avbjóðing: Hvørji eru málini, og hvussu skipi eg ítøkiliga mítt arbeiði til tess at røkka teimum?
Sjálvleiðsla er tann týdningarmiklasta og tann truplasta leiðslan. Um vit skulu leiða onnur, mugu vit fyrst leiða okkum sjálv. Tú kanst ikki vísa vegin og ganga á odda, um tú ikki megnar at leiða teg sjálvan.
Tað er einki fullkomið amboð tøkt til tíðarstýring og sjálvleiðslu. Men tað eru fleiri góð amboð.
Tað týdningarmesta er, at tú brúkar amboð, sum hjálpa tær at stýra tíðini og uppgávunum og betra um tína sjálvleiðslu.
Amerikanski forsetin Dwight D. Eisenhower (1890-1969) var upphavsmaður til eitt væl kent og sera hent amboð til at stýra tíðini í mun til tey ymisku málini og virksemini. Amboðið verður ofta nevnt Eisenhower-matrisan.
Eisenhower-matrisan sær soleiðis út:
Matrisan er býtt sundur í fýra fýrhyrningar. Hvør fýrhyrningur er ein bólking av málum og virksemum í mun til týdning og tíð. Í fýrhyrningi 1 eru mál, sum hava stóran týdning og hava skund. Í fýrhyrningi 2 eru mál, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Í fýrhyrningi 3 eru mál, sum ikki hava serligan týdning, men sum eru átrokandi. Í fýrhyrningi 4 eru mál, sum ikki hava týdning og sum ikki hava skund.
Tað týdningarmiklasta er at arbeiða við málum, sum kunnu bólkast í fýrhyrning 2. Her verður arbeitt við málum, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Til dømis at seta mál, leggja til rættis, fyrireiking og menning. Við at arbeiða við hesum, minka vit um talið av málum, sum kunnu bólkast sum átrokandi og týdningarmikil (fýrhyrningur 1).
Eisenhower segði hesi vísdómsorð um:
“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið”
Í myndina niðanfyri havi eg sett nøkur dømi:
Eisenhower-matrisan kann hjálpa okkum at leggja dent á at brúka orku og tíð til, at:
- Seta mál
- Gera virkisætlan (átøk, sum skulu til fyri at røkka málunum)
- Arbeiða við teimum týdningarmiklastu málunum í góðari tíð
- Førleikamennna og at skapa nýggjar og betri loysnir (nýhugsan)
Nú trína vit skjótt inn í eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.
Hví ikki seta sær hetta sum mál fyri 2014: “Eg vil blíva betri til at leiða meg sjálvan, at seta mál og at leggja mítt lív og arbeiði til rættis á eins slíkan hátt, at røkki teimum týdningamiklastu málunum?”
Gott innlegg Rúni