Hugburðurin ger munin

Abbin hevði fingið vitjan av sínum barnabørnum. Út á seinnapartin fekk hann sær sum vanligt ein blund á sofuni. Tá abbin var sovnaður, fingu børnini eitt hugskot. Tey ætlaðu sær at arga abban, meðan hann lá og svav. Tey funnu ein gamlan ræstan ost í køliskápinum. Hetta skuldu tey brúka til at arga abban við.

Tey fóru varliga til abban, sum lá í fasta svøvni, og settu eitt petti av tí stinkandi ostinum í skeggið. Síðan goymdu tey seg og vóru spent at vita, hvat nú fór at henda. Eftir einari lítlari løtu vaknaði abbin. Hann legði til merkis, at tað luktaði so illa. Hann gekk um í stovuni, men hann fann ikki útav, hvaðan lukturin kom. Hann fór í køkin, gongina, baðirúmið og kømurini. Men alla staðni luktaði líka illa.

Abbin fór út í garðin, men har luktaði eisini líka illa.

So hann segði: “Allur heimurin stinkar!”

Henda lítla søga kann læra okkum nógv um sambandið millum hugburð og tær umstøður, sum vit møta.

Okkara hugburð taka vit við okkum alla staðni, har vit koma. Vit møta avbjóðingum og umstøðum við okkara hugburði. Spurningurin er, um vit hava jaligan ella neiligan hugburð.

Vit kunnu siga, at hugburður er mátin vit hugsa um onkran ella okkurt. Tað er mátin ein ber seg at móti øðrum, og sum vísir, hvat ein hugsar og kennir.

Ávirkanin av tí neiliga hugburðinum verður væl lýst í søguni um abban og stinkandi ostin.
Tann stinkandi lukturin var ikki í húsinum ella uttanfyri. Lukturin var hjá abbanum, ikki í umhvørvinum.

Fólk við neiligum hugburði møta umstøðum og avbjóðingum við einum neiligum útgangsstøði og sjónarhorni. Umstøðurnar verða tulkaðar við neiligum brillum. Og úrslitið er, at ein sær bara trupulleikar og forðingar ístaðin fyri loysnir og møguleikar.

Vit vita, at okkara hugburður og innstillingur ávirka okkara lív sera nógv. Øll kenna vit, hvussu neiligur hugburður órógvar og skapar mótloysi og kann køva lívsmótið.

Tað er ikki tað, sum hendir okkum, ið er tað týdningarmiklasta og avgerandi – men tað, sum hendir innan í okkum!

Rithøvundurin og leiðsluráðgevin John C. Maxwell skrivar í einari av sínum mongu bókum hesi orð, sum eru verd at grunda á:“Eg eri sannførdur um, at lívið er 10% tað, sum hendir mær, og 90%, hvussu eg beri meg at í mun til tað, ið hendir mær.”

Vit kunnu ikki stýra øllum umstøðunum, men vit kunnu stýra okkara hugsanum og hugburðum til umstøðurnar.

Leiðsla er ávirkan. Og leiðarin “smittar” við sínum hugburði tey, sum hann leiðir.

Tað er sera umráðandi, at leiðarar ganga undan við einum jaligum hugburði og geva íblástur ístaðin fyri at køva og skapa ótryggleika. Tann góði leiðarin hevur ein vinnarahugburð og skapir eina vinnaramentan. Hetta merkir ikki, at ein heldur, at alt er í lagi og at ein ikki tekur stórar avbjóðingar í álvara, tá ið støðan í roynd og veru er álvarsom. Nei, leiðarin við tí jaliga hugburðinum er realistiskur, men sær trupulleikar sum avbjóðingar, sum kunnu menna og gera einstaklingar og organisatiónir sterkari.

Okkara avbjóðing er at menna ein sunnan og jaligan hugburð til umstøðurnar og lívið sum heild.

12 njósnarar vórðu sendir inn í Kána´ansland at kanna landið, ávøkstin og fólkið har. Allir vóru vitni til tað sama, men allir komu ikki til somu niðurstøðu.

10 njósnarar søgdu: “Vit klára tað ikki. Vit eru ov veikir og fólkið er sterkari. Vit fara at tapa.”

Kaleb og Josva høvdu ein heilt annan hugburð, ein vinnarahugburð. Teir søgdu: “Vit vinna. Í landinum er nógv gott. Har eru nógvir møguleikar.”

Og hvat varð úrslitið? Bert Kaleb og Josva komu inn í tað lovaða landið. Teir 10 njósnararnir og hini fólkini komu ikki inn í landið.

Her síggja vit sera greitt munin á neiligum hugburði (taparamentan) og jaligum hugburði (vinnaramentan).
Vinnarahugburðurin leiddi til landið við yvirflóð av ávøkstri.
Taparahugburðurin leiddi til oyðimarkagongd.

Hvussu kunnu vit broyta hugburð? Eingin skjót og løtt loysn er tøk. Her eru tó nøkur ráð:

Frem eina erliga eftirmeting av tínum hugsanum og hugburðum.
Hugsa um, hvussu tú hugsar. Legg serliga til merkis, hvussu tú hugsaði, tá ið tú tær seinastu ferðirnar møtti stórum trupulleikum.
Viðurkenn og eyðmerk neiligar ella skeivar hugsanir/hugburðar. Ver erligur fyri tær sjálvum.
Tosa við onkran, sum tú hevur álit á, um tínar abvjóðingar og ynski um broyting. Hetta kann vera ein stór hjálp.
Input ávirkar output. Lat tað jaliga fáa rúm í tínum tonkum og lívi. Raðfest samveru við jalig og konstruktiv fólk. Les góðar bøkur. Lurta eftir góðum tónleiki. Ver saman við familjuni. Raðfest høgt tað, ið gevur tær orku.
Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini við at broyta vanar og atferð kunnu ávirka og broyta okkara hugsanir og hugburð. Royn at bróta ávís mynstur og atferð. Ja, tað er trupult og avbjóðandi, men royn! Sum frálíður fert tú at leggja til merkis, at teir nýggju jaligu vanarnir hava jaliga ávirkan á tín hugsanarhátt.

Latið okkum við jaligum hugburði møta øllum teimum avbjóðingum, sum eru partur av okkara lívi. Tí hugburðurin ger allan munin.

4 thoughts on “Hugburðurin ger munin

    • Teitur, takk fyri viðmerkingina. Taparamentan er eftir mínum tykki sett saman av eini røð av neiligum hugsanum. Í taparamnetan gevur ein upp ístaðin fyri at stríðast. Poengið hjá mær við hesum blogginnleggi er at vísa á, at jaligur hugburður sær møguleikar og vinnur sigur, meðan neiligur hugburður sær forðingar og leiðir til tap. Eg haldi, at søgan um tær 12 njósnararnar lýsir væl hetta. Tað kann vera, at tað er nakað einfalt at siga, at neiligur hugburður er taparamentalitetur, men eg eri sannførdur um, at neiligur hugburður og taparamentan hava sterk skyldskaparbond og at jaligur hugburður og vinnaramentan eisini hava sterk skyldskaparbond.

      • Góðan dag aftur!

        Tað er ikki fyrr enn nú eg síggi svari hjá tær aftur.

        Má siga at tað tykist ikki sum at tú fyriheldur teg heilt til mín spurning.
        At tað er sera simplifisera sett upp av tær. Títt aftursvar er júst tað sama sum tú skrivar um. Tí vil eg spyrja eitt sindur meira útdýpandi.

        Umstøður og hugburður og er eitt sum, tykist til at fáa sera grunna viðgerð hjá tær, t.d. við endurgevingini tú kemur við:
        “Rithøvundurin og leiðsluráðgevin John C. Maxwell skrivar í einari av sínum mongu bókum hesi orð, sum eru verd at grunda á:“Eg eri sannførdur um, at lívið er 10% tað, sum hendir mær, og 90%, hvussu eg beri meg at í mun til tað, ið hendir mær.””
        Hvussu so við sosialum arvi? Tað vísur seg at 80 % av fólki megna ikki at bróta sín sosiala arv. Er tað vantandi hugburður ella sosialur arvur sum ger tað? Og kann ein ikki arva ein neiligan hugburð?
        Hvussu skulu vit fáa ein jaligan hugburð, um har eingin at vísa okkum hann?

        Gott nokk er hetta ein bloggur um leiðslu, men at brúka lýsingar sum taparamentalitetur uttan at fara eitt sindur longur í djúpdina er eitt sindur grunt.

  1. Væl skrivað og áhugavert. Leiðarar eru fyrimyndir og eiga eisini allatíðina at hugsa um tað og leita sær íblástur til at vera góðar fyrimyndir.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s